Her er eingin smittaður í 100 dagar

bannari
Her er eingin smittaður í 100 dagar
Smittutalið í Ný Sælandi minkar, meðan tað í fleiri øðrum londum veksur
Fólk á eini uttandura matstovu í Christchurch sunnudagin. Seinasti smittutilburðurin í landinum varð staðdfestur 1. mai
Mynd: AP  
 
10.08.2020 - 11:18

Nú eru 100 dagar farnir, síðani tann seinasti í Ný Sælandi varð smittaður við koronu. Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Í Ný Sælandi var seinastu smittutilburðurin staðfestur 1. mai. Tað hendir fáar dagar eftir, at landið spakuliga varð latið uppaftur.

Síðani tá eru allir tilburðir av koronu komnir við útlendskum ferðafólkum, og tað hevur gjørt tað lættari hjá myndugleikunum, at hava tamarhald á støðuni.

Í løtuni eru 23 fólk sjúk í Ný Sælandi, og tey eru øll avbyrgd. Landið hevur klárað seg væl betri enn nógv onnur lond. Síðani í februar hava 1.569 fólk verið sjúk, og 22 eru deyð av COVID-19 virusinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214