Friðaravtala undirskrivað

Friðaravtala undirskrivað
Ísrael og Sameindu arabisku emiratini hava undirskrivað eina friðaravtalu, ið skal hava við sær, at diplomatiska sambandið verður skipað av nýggjum
Politikarar og embætisfólk á skrivstovuni í Hvítu húsunum í Washington, tá friðaravtalan varð undirskrivað
Mynd: AP  
 
14.08.2020 - 05:07

Avtalan hevur við sær, at Ísrael skal gevast við at leggja arabiskt lendi undir seg, sigur krúnprinsurin í Emiratunum við Reuters.

Hann sigur eisini, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eru samdir um at Ísrael skal gevast við at leggja palestinsk øki undir seg.

– Talan er um ein sigur fyri friðin, siga bæði amerikanski forsetin og ísraelski sendiharrin í Washington.

Palestinar atfinningarsamir

Boðað verður frá, at Donald Trump hevur verið viðvirkandi til, at avtalan er gjørd, og sjálvur sigur amerikanski forsetin, at onnur viðurskifti eru við at koma uppá pláss, sum hann kortini ikki kann siga nakað um enn.

Palestinar finnast at avtaluni sum Emiratini hava gjørt við Ísrael. Talskvinnan hjá PLO, Hanan Ashrawi, sigur, at Ísrael nú fær góðkenning fyri tað, sum landið hevur gjørt leingi, og tað er at leggja palestinskt øki undir seg.

Tað eru bert tvey onnur arabisk lond sum hava diplomatiskt samband við Ísrael, tey eru Egyptaland og Jordan, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096