Danmark: Krav at brúka masku í almennum flutningi

Danmark: Krav at brúka masku í almennum flutningi
Í gjár boðaði Mette Fredriksen, forsætisráðharri í Danmark, frá, at øll skulu vera í masku í almennu flutningstólunum frá leygardegnum 22. august
 
16.08.2020 - 11:28

Donsku heilsumyndugleikarnir hava seinastu tíðina mælt til, at fólk eru í masku, tá tey ferðast við almennum bussi, metro ella toki. Serliga, tá ið nógv fólk eru við. 

Frá leygardegnum 22. august verður tað krav. Og ikki bert í meldurtíðini, men alt samdøgrið. Tað fevnir um bussar, tok, metro, skip og hýruvognar. 

Søren Riis Paludan, professari í virusfrøði, sigur við DR, at tað kann vera sera munagott, í hvørt fall um fleiri smittað eru umborð. 

- Um ein smittaður persónur er í masku, so er ósannlíkt, at hann smittar onnur, sigur hann. 

Øll, sum eru eldri enn 12 ár, skulu vera í masku. Er ein ikki í masku, verður ein biðin um at fara úr flutningstólinum. Um tað er neyðugt, verður politiið kallað inn.

Fólk, sum hava trupulleikar at anda ella eru kropsliga ella sálarliga veik, eru undantikin. 

Barnakonur skulu ikki vera í masku. Og ein kann fara úr maskuni, um ein skal eta, drekka ella taka heilivág.

Fleiri og fleiri lond krevja, at borgarar skulu vera í masku í almenna rúminum, til dømis tá tey nýta almennan flutning, ella tá nógv fólk eru savnað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928