- Tíðindi, mentan og ítróttur
IS tekur fleiri býir í Mozambique

Fleiri yvirgangsálop hava verið í afrikanska landinum Mozambique, og nú hevur tað eydnast Islamiskum Stati (IS) at taka fleiri býir í landinum og fáa størri vald. Tað skrivar BBC.
Fleiri vistu ikki, at IS var í Mozambique, og í Mozambique eru tey bilsin, tí herurin hjá IS er vorðin so stórur har.
Tíðindafólkið hjá DR í Afrika, greiðir frá, at felagsskapurin er voksin spakuliga seinastu árini, og nú bráddliga hevur rættiliga stórt vald í Mozambique.
Herurin kallar seg ISCAP, "Islamic State Central Africa Province", og IS hevur játtað, at herurin er partur av rørsluni hjá IS.
Stjórnin í Mozambique hevur ikki gjørt nakað við trupulleikan, men herurin í Mozambique roynir at endurvinna býirnar, sum IS hevur tikið. Herurin í Mozambique er tó veikur.



























