UEFA tekur avgerð um dystin í dag

bannari
UEFA tekur avgerð um dystin í dag
Seinni í dag verður greitt, hvussu verður við Champions League-dystinum millum KÍ og slovakiska liðið, Slovan Bratislava
 
19.08.2020 - 07:26

Umboðið hjá UEFA, sum er í Føroyum í sambandi við Champions League-dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, fer í dag at avgera, hvussu verður við dystinum, sum er á skránni í kvøld.

Ferðalagið úr Slovakia kom til Føroya mánadagin. Seinnapartin í gjár varð staðfest, at ein í ferðalagnum, ein fysioterapeutur, hevur korunusmittuna.

Farsóttarnevndin gjørdi av, at antin skal ferðalagið úr Slovakia í sóttarhald, ella skal tað fara av landinum aftur.

 >> SÍ EISINI Slovan Bratislava hópurin skal av landinum

UEFA avger í dag, hvussu verður við dystinum, sum skal vera í Klaksvík í kvøld. UEFA hevur sagt, at allir dystir í hesum umfarinum skulu verða spældir í seinasta lagi fríggjadagin 21. august. 

Um dysturin í Klaksvík ikki verður spældur, avger UEFA, hvat hendir. Og tann avgerðin kemur í dag, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.

Í farnu viku dømdi UEFA felagið KF Drita úr Kosovo at tapa ein dyst í Champions League, eftir at allur hópurin mátti í sóttarhald, tí tveir spælarar høvdu fingið koronusmittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364