Korona breiðir seg ikki við matvørum

bannari
Korona breiðir seg ikki við matvørum
Granskarar siga, at korona breiðir seg heldur ikki í frystum mati og pakkitilfari
Ein kanning staðfestir, at eingi prógv eru fyri, at koronasmittan breiðir seg í matvørum
 
26.08.2020 - 10:05

Koronusmittan breiðir seg ikki við matvørum, og heldur ikki við pakningi. Tað siga amerikanskir granskarar seg hava staðfest.

Tá tíðindi fóru at ganga um, at koronasmittan tók seg upp í Kina, hendi tað á einum fiskamarknaði, og síðani hava tíðindi verið um, at smittan eisini er staðfest í sláturhúsum.

Og illgruni hevur verið um, at koronasmittan breiðir seg við mati, eisini fiski.

Tí setti ein bólkur av granskarum á The American Frozen Food Institute (AFFI) og North Carolina State University (NC State), at kanna viðurskiftini.

Teir settu sær fyri at kanna, um korona kann vera har, sum fiskur ella matur verður hagreiddur, og um korona kann vera í pakninginum, og haðani breiða seg millum fólk.

Eingi prógv

Niðurstøðan hjá granskarunum er, at eingi prógv eru fyri, at smittan breiðir ígjøgnum mat, og heldur ikki í pakkitilfari Heldur ikki um maturin er frystur, sum ivi hevur verið um.

- Vit halda ikki, at virusið breiðir seg, tá fólk eta frystar matvørur. Skuldi tað verið møguligt, skuldi eitt fólk etið mat við smittuni, sum síðani breiddi seg til andaleiðina og ávísar kyknur, sigur granskarin, Gammalla, sum hevur verið við í granskingini.

Granskararnir leggja kortini dent á, at tað ikki finnast royndir, sum eru gjørdar í longri tíð, og tí er neyðugt við størri vitan og, at granskarar stuðla hvønnannan, heldur enn at tíðindi, sum kunnu loypa ótta á fólk, verða breidd kring heimin.

- Fleiri dømi hava verið um tað, uttan nakra upplýsing um, hvussu royndirnar eru gjørdar, sigur Ben Chapman, sum var við í amerikansku kanningunum, skrivar Fiskeritidende.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666