- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smittutilburðirnir í Danmark vaksa

Smittutilburðirnir í Danmark vaksa, og tað eru Odense og nakrar kommunur vestan fyri Keypmannahavn, sum eru meinast rakt, skrivar danska kringvarpið.
Starvsfólk á sjúkrahúsum og ellis- og røktarheimum verða javnan kannað fyri koronu, og fleiri næmingar og lesandi eru send til hús í sóttarhald, t.d. eru 1.000 læraralesandi í Odense biðin um at fara til hús.
Heilsumyndugleikarnir halda eyga við støðuni, og í morgin fara teir kanska at seta fleiri tiltøk í verk, sigur danski heilsumálaráharrin, Magnus Heunicke.
M.a. kunnu skúlar og universitet verða latin aftur, eins og tey vórðu tað í Aarhus í august, tá ið smittutilburðirnir har vuksu.
Hóast fleiri smittutilburðir verða staðfestir nú, eru teir ikki so nógvir sum vár, tá ið korona fór at ganga.


























