Viðurskiftini verða vanlig aftur á dagstovnum

Viðurskiftini verða vanlig aftur á dagstovnum
Nýggj tilmæli koma í gildi á dagstovnum í morgin, nú fleiri avmarkingar hava verið seinasta mánaðin
 
06.09.2020 - 09:52

Viðurskiftini á dagstovnunum kring landið verða nú aftur, sum tey plaga at vera, sigur Kommunufelagið, sum hevur ráðført seg við Koronuráðgevingina.

Nýggju tilmælini koma í gildi í morgin. 

Tað ber í sær, at ongar avmarkingar vera hjá børnunum at spæla saman, og starvsfólk kunnu eisini flyta ímillum stovur uttan avmarkingar.

Almennu tilmælini um reinføri skulu kortini haldast. Børn og vaksin skulu vaska sær um hendurnar, tá tey koma á stovnin, og annars eftir tørvi. 

Hondspritt eigur eisini at verða tøkt at brúka gjøgnum dagin, og eisini er neyðugt, at dagstovnurin verður vaskaður væl og javnan, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592