Beinta spyr Jenis um tilfar til orðblind

Beinta spyr Jenis um tilfar til orðblind
Føroyskt tilfar til orðblind er ikki teldutøkt, og harvið verður ikki fylgt við tøkniligu menningini
Beinta Løwe spyr Jenis av Rana, nær væntast kann, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum verður teldutøkt
 
17.09.2020 - 14:23

Beinta Løwe, løgtingskvinna, spyr nú Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hví nóg nógv tilfar ikki er á føroyskum, m.a. í náttúrulærugreinum, til fólk, sum hava lesitrupulleikar.

Í Breddanum í útvarpinum í gjár kom fram, at tilfar á føroyskum í m.a. náttúrulærugreinum, t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði, er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við.

Føroyskt tilfar til orðblind er ikki teldutøkt og harvið verður ikki fylgt við tøkniligu menningini.

Beinta Løwe spyr eisini landsstýrismannin í mentamálum, nær væntast kann, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum er teldutøkt, so tað verður lætt at finna fram og brúka í undirvísingini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961