Smittutalið í Danmark methøgt

Smittutalið í Danmark methøgt
Seinasta samdøgrið eru 589 tilburðir av korona staðfestir í Danmark, sum er tað hægsta talið upp á eitt samdøgur
 
19.09.2020 - 16:13

Í Danmark eru staðfestir 589 tilburðir av korona seinasta samdøgrið. Hetta er hægsta talið av smittaðum, sum nakrantíð er staðfest í Danmark innan fyri eitt samdøgur. Tað skrivar dr.dk.

Tó kann talið av smittutilburðum ikki samanberast við smittutølini frá í vár, tí nú verða munandi fleiri fólk kannað fyri smittuna. 

Seinastu vikurnar er talið av smittaðum í Danmark munandi økt, og hetta hevur við sær, at danska stjórnin hevur sett fleiri tiltøk í verk. Millum annað skulu matstovur og vertshús lata aftur klokkan 22.00, umframt at markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast í almenna rúminum, er sett niður á 50. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328