Tríggir tilburðir staðfestir í gjár

bannari
Tríggir tilburðir staðfestir í gjár
Eitt fólk liggur á koronudeildini í sjúkrahúsverkinum
Eitt fólk liggur í løtuni á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum
 
23.09.2020 - 09:40

Tríggir koronusmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. 

Og nú er eitt fólk á sjúkrahúsi í sambandi við koronusmittu, sigur Heilsumálaráðið.

Ein av teimum trimum smittaðu er ein næmingur á skúlanum við Løgmannabreyt.

Næmingurin hevur ikki verið í skúla síðani mánadagin, og flokkurin, sum næmingurin gongur í,  nú sendur til hús og skal kannast fyri koronu, sigur Jón Kragesteen, varaskúlastjóri í skúlanum í Løgmannabreyt.

Talan er um einstakan tilburð sum ikki ávirkar restina av skúlanum siga tey frá skúlanum á Løgmannabreyt.

Gjørdar eru 121.107 kanningar í Føroyum. Í gjár vórðu 1675 kanningar gjørdar.

35 fólk eru nú smittað í Føroyum.

94 fólk eru í sóttarhaldi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040