NSÍ skal royna at leggja trýst á

NSÍ skal royna at leggja trýst á
NSÍ fær vitjan av Skála og skal royna at leggja trýst á liðini omanfyri og halda B36 aftanfyri seg. Víkingur vitjar TB og ÍF tekur ímóti EB/Streymi
NSÍ kann nærkast oddaliðunum í dag
 
27.09.2020 - 14:57

Tríggir dystir eru í Betrideildini við monnum í dag. 

NSÍ spælir móti grannunum av Skála, og kann við sigri nærkast KÍ, sum liggur í 2. plássi. Skála hevur hinvegin tørv á stigunum, fyri at fáa fatur á AB í botninum.

Víkingur er á vitjan hjá TB við Stórá í Trongisvági.

Hesir báðir dystirnir byrjaðu klokkan 15.

Klokkan 16:00 spæla ÍF og EB/Streymur í Fløtugerði í Fuglafirði. Við sigri kann útiliðið yvirhála ÍF og vinna seg upp á 6. plássið í deildini.

Toppdystur í morgin

Í morgin verður spennandi dystur í toppinum. B36 tekur ímóti HB. Teir reyðsvørtu eru fremst í landskappingini við 52 stigum, meðan árstalsfelagið er á 4. plássi við 40 stigum.

KÍ og AB skuldu spæla dyst í Klaksvík í dag, men tann dysturin varð útsettur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776