Smáligt fiskarí

Smáligt fiskarí
Fiskamarknaðurin ber boð um smáligt fiskarí í forsøgnini fyri næstu viku
Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður hampuligt, so væntandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, sigur Fiskamarknaðurin
 
27.09.2020 - 16:42

Seks línuskip eru á landgrunninum og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Fiskamarknaðurin roknar við trimum skipum fyrst í vikuni og so møguliga onkrum síðst í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu vikuna. 

Ein djúphavstrolari er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein er sunnanfyri og fiskar mest stinglaks og blálongu.

Seks partrolarar eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Fýra trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru trýggir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar møguliga fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí.

Og seinast menn ikki minst so fiska tvey garnaskip svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Annað fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni, spáar Fiskamarknaðurin fyri vikuna, sum kemur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096