- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvítu Húsini miðdepil fyri koronu

Amerikanski miðlar eitt nú New York Times boða frá, at í minsta lagi níggju persónar, sum arbeiða í Hvítu húsunum ella sum nýliga hava vitjað har, hava fingið staðfest korona. Hesi eru partur av smittuketuni hjá forsetanum, Donald Trump, sum nú hevur fingið staðfest korona og sum kunnigt er innlagdur á Walter Reed sjúkrahúsið í høvuðsstaðnum.
Tey smittaðu eru umframt Donald Trump, forseti, og kona hansara Melani Trump, Hope Hicks, ráðgevi, republikansku senatorarnir Mike Lee og Thom tilis, fyrrveerandi ráðgevin hjá Trump kellyanne Conway, Bill Stepien, sum stendur á odda fyri valdystinum hjá Trump, Ronna McDaniel, formaður í Republikanska flokkinum, og John I jenkins, rektor á universitetinum í Notre Dame.
Hvítu húsini boða frá, at farið er undir arbeiði at spora øll sambondini hjá forsetanum, men tað verður ikki lætt, tí Trump hevur verið sera virkin vikuna áðrenn hann fekk staðfest korona.


























