Favorittarnir vunnu

Favorittarnir vunnu
Bæði HB, NSÍ og B36 vunnu sínar dystir í landskappingini í dag. HB økti um leiðsluna til átta stig, meðan NSÍ yvirhálaði KÍ og tók 2. plássið
Úr eygsjón: HB økti enn einaferð um leiðsluna í Betri-deildini
Mynd: Rakul Hansen/HB  
 
04.10.2020 - 14:51

Adrian Justinussen, Hilmar Leon Jakobsen og Øssur Dalbúð skutu málini, tá HB vann tryggan heimasigur á Skála, og økti um leiðsluna í bestu deildini.
Oddaliðið legði seg framum í fyrra hálvleiki, og hevði tamarhald á meginpartin av dystinum. Í seinna hálvleiki staðfestu Hilmar Leon Jakobsen og Øssur Dalbúð sigurin, og nú er HB átta stig fremst í Betri-deildini.

NSÍ hevur tikið annað plássið

Nýtt lið á 2. plássi er NSÍ, sum segði svenska venjaran, Glenn Ståhl, upp fyrr í vikuni. Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sóu Petur Knudsen leggja NSÍ framum móti AB, tá átta minuttir vóru spældir, og beint fyri steðgin økti Jesper Christiansen til 2-0.
AB minkaði um munin í seinna hálvleiki, men tað var í yvirtíðini, og heimaliðið kláraði ikki at spæla seg til útjavnandi málið.

Tennistøl við Margáir

B36 reisti seg eftir tapið í grannauppgerðini móti HB við sigri á Skála, og teir tóku enn eitt fet rætta vegin við stórsigri á EB/Streymi við Margáir. Útiliðið skeyt seg framum 4-0, áðrenn 20 minuttir vóru leiktir. EB/Streymur minkaði um munin við brotssparki, men B36 svaraði aftur til hálvleiksstøðuna, 5-1. 
Í seinna hálvleiki minkaði EB/Streymur aftur um munin, men seint í dystinum skoraði Stefan Radosavljevic til 6-2, sum eisini varð úrslitið.

Í gjár spældu TB og ÍF, og tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

HB-Skála, 3-0 (Tórsvøllur)
1-0 Adrian Justinussen, 24 min.
2-0 Hilmar Leon Jakobsen, 64 min.
3-0 Øssur Dalbúð, 86 min.

AB-NSÍ, 2-1 (í Vika)
0-1 Petur Knudsen, 8 min.
0-2 Jesper Christiansen, 42 min.
1-2 Bartal Petersen, 90+1

EB/Streymur-B36, 2-6 (við Margáir)
0-1 Andrass Johansen, 5 min.
0-2 Eli Falkvard Nielsen, 9 min.
0-3 Ragnar Samuelsen, 15 min.
0-4 Stefan Radosavljevic 20 min.
1-4 Niklas Kruse, 35 min. (br.)
1-5 Andreas Thomsen, 37 min.
2-5 Niklas Kruse, 58 min.
2-6 Stefan Radosavljevic 80 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. oktober
Morgunlestur mikudagur 2. oktober 2024
180900
Týsdag 1. oktober
Føtur undir egið borð (2:3)
181232
Týsdag 1. oktober
Góðan morgun Føroyar
181454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437