Yvirháling var orsøkin til ferðsluóhapp

Yvirháling var orsøkin til ferðsluóhapp
Tað var ein yvirháling, ið var orsøkin til ferðsluóhappið á landsvegnum millum Hósvík og Kollafjørð í gjárkvøldið
 
10.10.2020 - 10:22

Óhappið hendi, tá ið ein bilur, sum koyrdi suðureftir, yvirhálaði. Bilurin, sum koyrdi norðureftir, helt fjarstøðuna vera ov lítla og bremsaði fyri at forða samanstoyti.

Bilurin aftanfyri rendi síðan inn í bilin, sum bremsaði. Ein bilførari var kleimdur fastur og mátti klippast leysur.

Tvey fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit í morgun ikki, hvussu støðan hjá teimum er.

– Men eftir umstøðunum spældi væl av, sigur vakthavandi. Tríggir bilar fingu skaða í óhappinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265