50 milliónir meira útgoldið í lønum

50 milliónir meira útgoldið í lønum
Í september í ár vórðu goldnar góðar 880 milliónir krónur í lønum Føroyum. Hetta eru slakar 50 milliónir meira enn í september í fjør
 
15.10.2020 - 07:15

Í september vóru 26.894 løntakarar í Føroyum, veit Hagstovan at siga. Tað eru 250 fleiri enn í september í fjør, tá løntakarnir vóru 26.635.

Vøksturin er ikki so stórur sum hann hevur verið. Løntakaratalið fór niður í 25.283 í apríl í ár, men er síðani vaksið. 

Løntakarar eru fólk millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. Í september vóru 5,1 prosent av løntakarunum í Føroyum fólk, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap.

Hetta talið er støðugt vaksandi. Hóast næstan líka nógvar kvinnur sum menn eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, 13.850 menn og 13.050 kvinnur, fáa menninir nógv meira í løn. Teir fingu 545 milliónir krónur í september, kvinnurnar fingu góðar 335 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358