Fyrireika koppseting fyri koronu

Fyrireika koppseting fyri koronu
Enn er einki koppingarevni tøkt, men tað ræður um at vera fyrireikaður, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Ein arbeiðsbólkur verður nú settur at fyrireika koppseting fyri koronu
 
04.11.2020 - 15:14

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina koppsetingarætlan fyri koronu. 

Arbeiðsbólkurin skal millum annað koma við tilmælum um, hvussu farast skal fram, tá koppingarevnið er tøkt í Føroyum, eitt nú hvussu nógv skulu koppsetast, og hvør skal hava tilboðið fyrst.

Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum, so ætlanin kann vera liðug, tá koppsetingarevnið verður tøkt, sigur Heilsumálaráðið í tíðinaskrivi.

Enn er einki koppingarevni góðkent, men føroyingar kunnu tó vænta sær tilboð um koronukoppseting í somu løtu, sum svenskt-bretski heilivágsrisin, AstraZeneca, fær góðkent sítt koppingarevni.

Nógvar royndir

Koppingarevni ímóti Covid-19 verða støðugt roynd, og ávísar heilivágsfyritøkur eru so sannførdar um síni royndarúrslit, at tær longu eru farnar undir hópframleiðslu av koppingarevni. Ein teirra er AstraZeneca.

Danski Serumstovnurin hevur gjørt avtalu við fyritøkuna um veiting av koppingarevni. Tað verður væntandi á goymslu í Danmark longu í næsta mánað. Onki koppingarevni verður tó útflýggjað, fyrr enn tað er góðkent, men verður tað góðkent, eru Føroyar tryggjaðar somu veitingartrygd sum Danmark.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vónar, at effektiv koppingarevni skjótt verða góðkend at brúka, og hann leggur dent á, at tað ræður um at vera fyrireikaður til ta tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809