Javni biður um 350.000 kr. aftrat

Javni biður um 350.000 kr. aftrat
Felagið fær ikki hjálp úr nøkrum koronupakka, og inntøkan verður millum 300.000 og 400.000 kr. minni í ár
 
18.11.2020 - 08:42

Javni hevur biðið um fleiri pengar frá landinum.

Í skrivi, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk í gjár, biður Javni um størri játtan. Stuðulin í ár er 550.000 kr. Javni biður um 350.000 kr. afturat næsta ár.

Orsøkin er, at Javni ikki fær pengar úr nøkrum koronuhjálparpakka. 

Og útlit eru fyri, at inntøkan hjá felagnum verður 300.000 til 400.000 kr. minni í ár, enn hon annars hevði verið.

Selja álmanakkan í handlum

Millum annað verður eingin durasøla í ár. Álmanakkin hjá Javna hevur øll árini verið seldur í durasølu.

Álmanakkin gav 576.000 kr. í fjør.

Álmannakkin verður tó seldur í ár, í handlunum hjá Á og Samkeypi, og á heimasíðuni hjá Javna.

Men Javni væntar, at í ár gevur álmanakkin neyvan meira enn 200.000 kr. í vinningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891