Korona: Tilmælini brotin í nátt

bannari
Korona: Tilmælini brotin í nátt
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt. Øll eru ikki líka ansin
 
28.11.2020 - 09:31

Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt. Løgreglan greiðir frá, at tað er í stóran mun tá skeinistøðini stongja, at tilmælini verða sjónliga brotin, tí nógv fólk savnast uttanfyri matstøð, sum eru opin um næturnar.

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá í morgun, at tá roynir løgreglan at vera sjónlig á staðnum og siga við fólk, at nú eru ov nógv fólk savnað saman. Tríggjar ferðir í nátt eru bilførarar tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.

Ein varð tikin við Streymin, ein í Hoyvík og umleið klokkan fýra í nátt var eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond, har ein bilførari fór á mótsattu koyribreyt og rendi frontalt saman við einum øðrum bili. Eini bilførarin í hesum óhappinum er eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650