Breddin: Tollfríur nethandil og støðan í Grønlandi

Breddin: Tollfríur nethandil og støðan í Grønlandi
Handilsvinnufelagið vil eisini sleppa at innflyta vørur tollfrítt, men tað ávarar stjórin í Posta ímóti.
Nethandilin er nógv vaksin seinastu árini, og nú vil Handilsvinnufelagið eisini sleppa at innflyta vørur tollfrítt
 
01.12.2020 - 13:12

Útlendsk kapping frá internet-risum sum Amazon og broytingar í keypsmynstrinum hjá føroyingum gera,  at neyðugt er at endurskoða skipanina fyri pakkar, sum fólk kunnu keypa uttanlands á netinum tollfrítt. Tollfría markið er í løtuni 300 krónur. 

Handilsvinnufelagið heldur,  at verandi tollmark er kappingaravlagandi fyri virksemi hjá handlum í Føroyum,  og mælir til, at tað verður broytt soleiðis, at handlar eisini sleppa at innflyta vørur tollfrítt.

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, heldur hinvegin, at verður markið tikið av, verður umsitingin óneyðuga stór av tí at mannagongdin er tann sama, óansæð um virðið av pakkanum er undir ella yvir tollfría markinum. Samstundis koma vit at síggja, at væl fleiri pakkar verða sendir aftur.  

Nýggjur formaður í Siumut

Sessurin undir grønlendska landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, gjørdist munandi heitari um vikuskiftið, tá hann tapti formansvalið í stjórnarflokkinum Siumut fyri Erik Jensen.

Tá avtornaði fekk Erik Jensen 39 atkvøður, og Kim Kielsen fekk 32.

Sostatt gjørdist Erik Jensen nýggjur formaður í flokkinum, men hvat nú fer at henda, er óvist, sigur Jensine Berthelsen, politiskur redaktørur á miðlinum Sermitsiaq.

Vit hava ein longri prát við Jensine Berthelsen um politisku støðuna í Grønlandi og hvør nýggi formaðurin, Erik Jensen, er.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439