Ståle Solbakken norskur landsliðsvenjari

Ståle Solbakken norskur landsliðsvenjari
Minni enn tveir mánaðir eftir at hann fekk sekkin í donskum stórfelag
 
04.12.2020 - 07:11

Ståle Solbakken varð í gjár settur í starv sum norskur landsliðsvenjari í fótbólti, minni enn tveir mánaðir eftir at hann fekk sekkin í danska stórfelagnum FC Keypmannahavn.

Solbakken tekur við starvinum nú mánadagin 7. desember og avloysir svian Lars Lagerbäck, sum hevur havt leiðsluna av norska landsliðnum síðani februar 2017. Hann hevði sáttmála til og við 2022, men fer altso úr starvinum nú.

Sáttmála til 2024

Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Terje Svendsen, sigur, at Noreg við starvssetanini hugsar longri fram í tíðina, og Solbakken hevur fingið ein sáttmála, sum gongur fram til 2024.

Í farnu EM-undankapping endaði Noreg á triðja plássi í sínum undanbólki, aftanfyri Spania og Svøríki, men frammanfyri Rumenia, Føroyar og Malta. Noreg vann báðar dystirnar móti Føroyum, 2-0 á Tórsvølli og 4-0 í Oslo.

Lutakast verður til komandi HM-undankapping nú mánadagin, sama dag sum Ståle Solbakken alment tekur við sum norskur landsliðsvenjari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440