Skipa seg millum jóla og nýggjárs

bannari
Skipa seg millum jóla og nýggjárs
Símun Gullaksen, sum er fyrstvaldur í bygdarráðnum í Fugloy, kallar inn til fyrsta fundin
Símun Gullaksen varð fyrstvaldur á kommunuvalinum í Fugloy
 
07.12.2020 - 11:28

Nývalda bygdarráðið í Fugloynni skipar seg ikki fyrr millum jóla og nýggjárs.

Símun Gullaksen, sum er fyrstvaldur, eigur at kalla inn til fyrsta fundin hjá bygdaráðnum.

Og tann fundurin verður millum jóla og nýggjárs, sigur hann. Fundurin skal vera fyri 1.januar, tí tá tekur nývalda bygdarráðið við. 

Símun Gullaksen er fyrstvaldur í Fugloyar kommunu. Hann fekk 13 atkvøður.

Amalia í Frammistovu, sum er borgarstjóri nú, fekk 11 atkvøður og Marit Fríða Cristiansen fekk sjey atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. juni
Guðstænasta
192678
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643