Aksel um veljarakanning: Vit mugu eisini taka í egnan barm

Aksel um veljarakanning: Vit mugu eisini taka í egnan barm
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur seg ikki vera kløkkan av úrslitinum í nýggjastu veljarakanningini, sum gevur løgmansflokkinum ein frammaná
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum. Nýggjasta veljarakanningin gevur løgmansflokkinum ein frammaná.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2025 - 12:20

- Tað hava verið nøkur mál í løgtinginum hetta várið, sum hava møtt stórari mótstøðu, og tí eri eg ikki so kløkkur av úrslitinum. Men vit mugu eisini taka í egnan barm.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, til seinastu veljarakanningina, sum vísir, at Javnaðarflokkurin fer úr níggju niður í fimm tinglimir.

Aksel V. Johannesen sigur, at pensjónsaldurin er eitt illa umtókt mál, og tað hevur hann verið tilvitaður um, men tá ið tú situr við ábyrgd, ber ikki til bara at hugsa um næsta løgtingsval, men eisini um nýggj ættarlið, og at fáa haldførið aftur á beint. 

- Men eg og samgongan hava tikið í egnan barm við at taka pensjónsuppskotini aftur, og vit taka í hondina, sum fakfelagsrørslan hevur rætt politisku skipanini, sigur hann.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

30052025_Aksel_um_veljarakanning

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040