Veljarakanning: Fólkaflokkurin fær 11 tingsessir

Veljarakanning: Fólkaflokkurin fær 11 tingsessir
Eisini henda kanningin vísir, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu skipa samgongu einsamallir
Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum. Sambært kanningini hevði triði hvør valt Fólkaflokkin, um val var nú.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2025 - 14:16

Fólkaflokkurin hevði fingið 11 tinglimir, um løgtingsval var nú.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo.

Framgongdin hjá Fólkaflokkinum er heili 15,1 prosentstig - úr 18,9 prosentum á seinasta løgtingsvali upp í 34 prosent í hesi kanningini. Við øðrum orðum velur triði hvør veljari í dag Fólkaflokkin.

Sambandsflokkurin fær 8 tinglimir, sum er eitt fleiri enn flokkurin hevur í løtuni. Sostatt kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir skipa samgongu við greiðum meiriluta.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin fær ein frammaná í nýggjastu veljarakanningini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Javnaðarflokkurin størsti taparin

Stóri taparin í hesi kanningini er Javnaðarflokkurin, sum fer úr níggju niður í fimm tingsessir.

Hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, ganga eisini aftur og missa ein tinglim í part. Men Tjóðveldi fer fram um Javnaðarflokkin í kanningini. Tjóðveldi fær 14,8 prosent og Javnaðarflokkurin 14,5 prosent. Afturgongdin hjá Framsókn er lítil - 0,3 prosentstig - men tað er kortini nóg mikið til at missa ein tingsess.

Miðflokkurin verður standandi á tveimum tinglimum sambært nýggjastu kanningini. 

 

500 fólk spurd

Og heldur ikki í hesi kanningini kemur Sjálvstýri inn á ting. Flokkurin fær 1,2 prosent av atkvøðunum, sum er vánaligasta veljarakanning hjá flokkinum síðan 2018.

500 fólk vórðu spurd mánakvøldið. 15 prosent høvdu ikki tikið støðu. Óvissan í kanningini er upp í 3,5 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107