Nýggi føroyski superbólkurin Tøgn brýtur tøgnina

Nýggi føroyski superbólkurin Tøgn brýtur tøgnina
»Vit hava stovnað Tøgn, tí vit elska tað føroyska málið og vilja geva okkara boð uppá, hvussu tað kann brúkast í poppulerum høpi," siga teir tríggir, Bárður, Beinir og Jónas
Tøgn eru f.v. Beinir Troest Rasmussen, Jónast Gaard og Bárður Petersen
 
01.06.2025 - 08:30

So kláraðu teir ikki at tiga um Tøgn meira - teir tríggir, Beinir Troest Rasmussen, Jónas Gaard og Bárður Petersen. 

Herfyri kom fyrsta staklagið hjá nýggja føroyska superbólkinum út. 

"Kamarið" eitur sangurin, ið er ein folk/popp-ballada, sum snýr seg um at hava onkran at líta á, tá ið alt tykist svart. 

 

Hví superbólkur?

Allýsingin av Tøgn sum ein superbólk vísir til, at limirnir í bólkinum eru allir frammanundan kendir sum solistar ella limir í øðrum kendum føroyskum bólkum. 

Beinir hevur luft undir veingjunum og ger um seg á danska tónleikapallinum, og herfyri vann hann tvær FMA-heiðurslønir fyri besta sang og so høvdu føroyingar valt hann til ársins navn. 

Bárður Petersen hevur seinastu árini arbeitt handan tjøldini í fleiri væleydnaðum verkætlanum, millum annað saman við Beini og Jónasi Gaard, ið er triði limurin í nýggja bólkinum, Tøgn.

Jónas Gaard hevur útgivið fleiri føroysk løg, sum hava verið sera væl móttikin.

 

Hvat er Tøgn?

»Tøgn er ein folk/popp-trio, sum er mannað av trimum vinmonnum - Bárður Petersen, Beinir Troest Rasmussen og Jónas Gaard -, ið allir búgva í Keypmannahavn.«

 

Hví hava tit stovnað Tøgn?

»Vit hava fyrst og fremst stovnað Tøgn, tí vit eru vinmenn, ið allir elska tónleik. Eisini hava vit tað til felags, at vit elska tað føroyska málið og leingjast heim av og á, og tí vilja geva okkara boð uppá, hvussu føroyskt kann brúkast í popp-samanhangi. Vit leggja okkum eftir at lýsa kenslur og tankar á gerandismáli.«

 

Hvat er málið við Tøgn?

»Málið hjá okkum er at hava eitt stað, har vit kunnu møtast og savna okkara tankar og kenslur í tónleiki. Sjálvandi er málið eisini, at fólk skulu hoyra tað, sum vit hava uppá hjartað. Tað er ongantíð betur, um fólk kunnu kenna seg aftur í tí, sum vit skriva. Tónleikur fyllir nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tí kendist tað sjálvsagt at gera okkurt saman.«

 

Hetta verður ikki tað síðsta, ið vit hoyra frá Tøgn, lova teir tríggir. Teir arbeiða støðugt við verkætlanini og hava ætlanir um at skriva og útgeva meira.

Tøgn hava sjálvir framleitt "Kamarið" í MoreMax-studio í Keypmannahavn, meðan Fred Ruddick hevur miksað og masterað.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190