Býráðið í Vági skipar seg fyri jól

bannari
Býráðið í Vági skipar seg fyri jól
Bjarni Johansen verður nýggjur borgarstjóri. Hann tekur við eftir Dennis Holm, sum hevur verið borgarstjóri í átta ár
Bjarni Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Vági
 
08.12.2020 - 10:54

Nývalda býráðið í Vági fer at skipa seg 21. desember.

Orsøkin til, at hetta ikki er gjørt fyrr, er tann, at tann eini býráðslimurin er burturstaddur og kemur aftur til Vágs sunnudagin 20. desember, sigur Dennis Holm, sum fekk nógv flestar atkvøður, 165, á valinum 10.november.

Dennis Holm er borgarstjóri í Vági. Men eftir nýggjár verður hann í minnilutanum í býráðnum.

Nýggjur meiriluti

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað meiriluta, og Bjarni Johansen verður borgarstjóri.

Samstarvið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi heldur uppat.

Dennis Holm hevur verið borgarstjóri í Vági í átta ár.

Dennis Holm, sum er samfelagsfrøðingur, hevur farloyvi frá Froðskaparsetrinum, og fer aftur í starv har 1.februar næsta ár.  

Dennis Holm, sum hevur verið borgarstjóri seinastu átta árini, fer nú aftur í starv á Fróðskaparsetrinum 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846