Føroyar og Noreg: Kvoturnar óbroyttar næsta ár

Føroyar og Noreg: Kvoturnar óbroyttar næsta ár
Semja fekst ikki um broytingar, men meira kann tó fiskast av russisku kvotuni í norskum sjógvi
Sjúrðarberg er ein av trolarunum, sum fiskar í Barentshavinum. Kvotan í norskum sjógvi verður óbroytt, men føroysk skip sleppa at fiska størri part av russisku kvotuni í norskum sjógvi næsta ár
 
09.12.2020 - 15:40

Hóast serliga toskakvotan í norskum sjógvi hækkar munandi næsta ár, og Føroyar vóru sinnaðar at lata afturfyri størri toskakvotu, fekst eingin semja um broytingar í fiskirættindasáttmálanum næsta ár.

Noreg og Føroyar eru tí samd um at kvotabýtið næsta ár verður tað sama sum í ár.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum.

Norsk skip sleppa at fiska 2.500 tons av blálongu, 2.000 tons av brosmu, og kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður eisini óbroytt, 6.600 tons.

600 tons meira

Umframt kvotabýtið sleppa føroysk skip eisini at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.

Tað eru 600 tons meira enn í ár.

Norska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi hækkar 4.800 tons, upp í 34.800 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400