Bara trý av 960 høvdu andevni móti koronu

Bara trý av 960 høvdu andevni móti koronu
Almennu koronutølini eru sera eftirfarandi, vísir kanning
Lættari atgongd til kanning, smittuuppsporing og sóttarhald tykist rigga væl, er niðurstøðan í kanningini um skuggatalið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
11.12.2020 - 13:59

Bara trý av teimum 960 fólkunum, sum vóru við í kanningini av skuggatalinum, høvdu andevni móti koronu í blóðinum.

Hetta svarar til 0,3 prosent.

Tað vísir fyribilsúrslitið av kanningini, sum var gjørd frá 21. til 30. november.

Niðurstøðan av hesi kanningini og skuggatalskanningini í vár er, at almennu koronutølini eru sera eftirfarandi, og at bara heilt fáir føroyingar hava havt koronu, uttan at vita av tí. 

Verða tey trý í kanningini, sum høvdu andevni móti koronu, umroknað til alt fólkatalið, svarar tað til, at 165 føroyingar hava havt koronu, uttan at vita av tí.

Tað siga Pál Weihe, yvirlækni, og Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, sum saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetrinum og Landslæknanum hava staðið fyri kanningini.

Lættari atgongd til kanning, smittuuppsporing og sóttarhald tykist rigga væl, og hevur helst verið avgerandi fyri, at skuggatølini eru so lítil, siga Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen.

Tey 960 fólkini, sum vóru við í kanningini, vóru millum 0 og 98 ár, 52 prosent menn og 48 kvinnur, um alt landið.

Tað svarar til 64 prosent av teimum, sum vórðu boðin at vera við í kanningini.

Felagið Nótaskip stuðlaði kanningina fíggjarliga. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233