Fimm nýggj smittað og ein innlagdur

Fimm nýggj smittað og ein innlagdur
19 persónar eru í løtuni smittaði við korona
 
12.12.2020 - 13:54

Fimm nýggir smittutilburðir vóru í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni og ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Av teimum fimm tilburðunum eru fýra partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. 

Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, er talan bara um hesa einu virknu smittuketuna, sum fylgt verður við í løtuni.

Annars er tamarhald á støðuni, men tað er týdningarmikið at vera á varðhaldi, nú tá fleiri fólk koma til Føroyar næstu dagarnar, sigur landslæknin. 

Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við einari kanning fýra dagar eftir, at viðkomandi kom til landið.

1056 kanningar vórðu gjørdar í gjar.

 

Hendan greinin bleiv dagførd klokkan 14:10 við viðmerkingum frá Lars Fodgaard Møller, landslækna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025