Skjótisambandið fingið altjóða limaskap

Skjótisambandið fingið altjóða limaskap
Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í International Shooting Sport Federation. Føroyskir skjúttir kunnu nú umboða Føroyar í altjóða kapping
Føroysku skjúttarnir hava fingið nógv heiðursmerki á Oyggjaleikum síðstu árini
 
14.12.2020 - 16:34

Nú kunnu føroyskir skjúttar umboða Føroyar í altjóða kappingum, tí Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í altjoða skjótisamgonguni, ISSF.

Sersambandið søkti um limaskap fyrstu ferð í august 2019.

Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC-kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap.

 - Hetta eru frálík tíðindi – serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya.

Eisini ítróttasamband Føroya fegnast um limaskapin hjá Skjótisambandinum.

 - Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy.

Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum: bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761