Meira koppingarevni til Danmarkar

bannari
Meira koppingarevni til Danmarkar
Danmark fær næstu sendingina av koppingarevninum fyri koronu fyrr enn væntað
 
28.12.2020 - 07:31

Danskir heilsumyndugleikar væntaðu ikki at fáa næstu sendingina av koppingarevninum fyrr enn í næstu viku, men nú hava teir fingið at vita, at hon kemur longu í dag.

Talan er um 38.000 skamtar, sum koma til Danmarkar í kvøld, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri.

Krøv um masku og spritta hendur enn í gildi

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, upplýsti á tíðindafundi í gjár, at teir 38.000 skamtarnir eru partur av avtaluni, sum Danmark hevur gjørt við ES um koppingarevni.

Farið varð at koppseta fyri koronu í Danmark í gjár. Hóast koppsetingin er byrjað, verða krøvini um at brúka masku og spritta hendur framvegis í gildi. 

Ikki fyrr enn 60-80 prosent av øllum fólkinum eru koppsett, er ráðiligt at endurskoða tiltøkini, sigur Mette Frederiksen.

Koppsetingin í Føroyum útsett

Danskir heilsumyndugleikar vænta at koppseta millum 200.000 og 250.000 fólk hetta til mars næsta ár. Føroyar og Danmark fáa eisini burtur av koppingarevninum, sum Danmark fær úr ES.

Av tí at Danmark fekk færri skamtar enn roknað varð við í fyrstu syftu, hevur Heilsumálaráðið gjørt av at útseta koppsetingina í Føroyum.

Ætlanin varð at koppseta tey fyrstu millum jóla og nýggjárs, men nú er greitt, at tað verður ikki, fyrr enn komið er inn í nýggja árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358