- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipan við hjálparpakkum longd
Skipan við hjálparpakkum longd
Grønlendska landsstýrið ætlar at leingja skipanina við hjálparpakkum til vinnulívið í sambandi við COVID-19

29.12.2020 - 09:56
Tað upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jens-Frederik Nielsen, fyri grønlendskum miðlum. Galdandi hjálparskipan skuldi annars fara úr gildi á nýggjárinum.
Jens-Frederik Nielsen leggur dent á, at tað ræður um at bjarga ferðavinnuni, sum kann fáa stóran búskaparligan týdning fyri Grønland í framtíðini.
Higartil hava hjálparpakkarnir, sum eru latnir privta vinnulívinum í Grønlandi, kostað umleið 10 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























