WHO: Korona verður ikki tann seinasta farsóttin

bannari
WHO: Korona verður ikki tann seinasta farsóttin
Søgan vísir okkum, at hetta verður ikki seinasta heimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum, sigur aðalskrivarin í WHO
 
29.12.2020 - 12:57

Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar um, at koronufarsóttin verður ikki tann seinasta farsóttin, sum fer at herja heimin.

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, sigur, at søgan vísir okkum, at hetta verður ikki seinasta heimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum.

ST-aðalfundurin samtykti fyrst í hesum mánaðinum, at 27. desember - triði jóladagur - skal vera altjóða farsóttar-fyrireikingardagur.

Dagurin skal gera vart við, at heimurin lærir okkurt av koronufarsóttini, so hann kann fyrireika seg til heilsukreppur í framtíðini.

Fleiri enn 1,7 milliónir fólk deyð

Aðalskrivarin í World Health Organization, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði longu í summar, at koronufarsóttin fer at merkjast í áratíggju.

Ghebreyesus sigur, at gera heimsins stjórnir størri íløgur í heilsumál, ber til at tryggja, at børnini arva ein meira mótstøðuføran og burðardyggan heim.

Hann sigur, at koronufarsóttin var ikki óvæntað, tí heimsheilustovnurin hevur í fleiri ár ávarað um møguleikan fyri einari farsótt, og hvussu ófyrireikaður heimurin var at taka ímóti henni.

Sambært John Hopkins University eru 80 milliónir fólk smittað av koronu í øllum heiminum, og fleiri enn 1,7 milliónir fólk eru deyð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360