Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021

19.01.2022 - 20:12
Mentan
Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021
Sjónleikarin Olaf Johannessen fekk í kvøld handað Mentanarvirðisløn landsins fyri síni avrik á pallinum
Sjónleikarin Olaf Johannesen fekk í kvøld Mentanarvirðisløn landsins 2021. Her sæst hann í einmansleikinum "Tann komiska tragedian", sum hann framførdi í Norðurlandshúsinum í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

"Olaf Johannessen hevur seinastu árini ment seg á síni yrkisleið sum sjónleikari, bæði listarliga og handverksliga, soleiðis at hann í dag er mettur at vera av bestu palllistafólkum í kongaríkinum."

Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, millum annað, tá hann fyri løtu síðani handaði Olafi Johannessen, sjónleikara, Mentanarvirðisløn landsins 2021. 

Olaf vísir fjølbroytta menniskja

Landsstýrismaðurin vísti á, at livandi og sannførandi leikframførslurnar hjá Olafi Johannessen fáa okkum at kenna okkum aftur í og spegla okkum í leiklutunum.

"Fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur, fær Olaf Johannessen Mentanarvirðisløn landsins 2021," staðfesti Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. 

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur, og verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

 

Høgt í metum

Seinastu 10 til 15 árini hevur Olaf Johannessen vunnið eina ørgrynnu av virðislønum, bæði innan palllist, film og sjónvarp. 

Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik.

Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13.

Tann komiska tragedian

Í mai 2021 fylgdi myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, Olafi Johannessen, gjøgnum eitt heilt kvøld, meðan hann framførdi einmansleikin "Tann komiska tragedian" í Norðurlandahúsinum. 

Leikurin verður nevndur í grundgevingunum hjá landsstýrismanninum fyri at geva Olafi Johannessen Mentanar virðisløn landsins 2021. 

Burturúr spurdist sera hugtakandi myndarreportasja um leikin: 

>>SÍ MYNDAREPORTASJUNA UM TA KOMISKU TRAGEDIUNA

 

Les alla grundgevingina hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, fyri at lata Olafi Johannessen, sjónleikara, Mentanarvirðisløn landsins 2021. 

----------

Mentanarvirðisløn landsins 2021

verður latin

Olafi Johannesen
sjónleikara

Olaf Johannesen hevur sjónleik í blóðinum, og tað sæst aftur á palli og í filmi, har leiklistakynstrini eru eyðsýnd.

Boð eru eftir dugnaliga sjónleikaranum á at kalla øllum pallum í Danmark og í Týsklandi. Seinasta árið hevur Olaf aftur staðið á palli í Føroyum og spælt á sínum móðurmáli til stóra fragd fyri áskoðarafjøldirnar. Vit hittu hann í einmansleikinum Tann komiska tragedian, har hann so meistarliga bergtók áskoðaran. 

Olaf Johannesen er eisini væl kendur á filmi. Hann hevur týðandi leiklut í føroysku sjónvarpsrøðini Trom, sum vit fara at síggja seinni í ár, og hann er kendur frá útlendskum filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú frá heimskendu donsku krimirøðini Forbrydelsen og frá Borgen.

Seinastu 10-15 árini hevur Olaf Johannesen vunnið eina ørgrynnu av virðislønum, bæði innan palllist, film og sjónvarp. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13.

Olaf Johannesen hevur seinastu árini ment seg á síni yrkisleið sum sjónleikari, bæði listarliga og handverksliga, soleiðis at hann í dag er mettur at vera av bestu palllistafólkum í kongaríkinum. Livandi og sannførandi leikframførslurnar fáa okkum at kenna okkum aftur í og spegla okkum í leiklutunum.

Fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur, fær Olaf Johannesen Mentanarvirðisløn landsins 2021. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður
19. januar 2022

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. juli
Pápi mín og eg: Vanja og Victor
141841
Týsdag 5. juli
Summarmorgun 050722
141840
Týsdag 5. juli
Morgunlestur týsdagur 5. juli 2022
141653
Mánadag 4. juli
Summarmorgun 040722
141790
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573