Myndareportasja: Tann komiska tragedian

Leikurin er ein einrøðuleikur, har Olaf Johannessen fer allan leiklistarliga sólarringin runt í teimum ymsu leiklutunum. 

Marita S. Dalsgaard hevur leikstjórnað, umsett, gjørt pallmyndina og búna. Súni Joensen hevur sniðgivið ljósið.

Hesin spælandi, argandi og filosoferandi leikurin, har tey bæði í gaman og álvara, ljósi og myrkri, lívi og deyða, ævinleika og tí tímiliga, við hugflogi og tí konkreta jarðbundna, alsamt eru um hvørt annað, er ein kærleiksváttan til leiklistina.

Trýst á myndirnar, vilt tú síggja tær stórar.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Norðurlandahúsið 20.05.2021

Marita og Olaf stovnaðu Leikhús SKIFT í 2005.

Olaf Johannessen er føddur í 1961 í Brekkugøtu í Havn. 

Marita S. Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlanum á Odense Teater.

Her gjøgnumganga tey bæði, saman við ljósmanninum, ymsu pallmyndirnar og ljósskiftið.

Olaf var útbúgvin sjónleikari í 1986 á sjónleikaraskúlanum á Odense Teater.

Marita Dalsgaard hevur verið skiftisnæmingur á La Comédie, Ecole Supérieure d´art Dramatique, St. Etienne, í Fraklandi og á Saratoga International Theater Insitute, New York.

Olaf hevur spælt bæði í filmum og sjónvarpsrøðum, umframt at hann arbeiðir á leikhúsum í Danmark, Týsklandi og pørtum av Evropa.

Olaf spælir tveir høvðusleiklutir, Rollan og Sjónleikarin. Rollan við nøs sum masku og Sjónleikarin við sínum bera andliti.

í 2008 fekk Marita S. Dalsgaard Georg Philips legat. Í 2018 Sær-Prisen á CPH -culture fyri leikin "Veitslan."

Leikurin, sum varir hálvan annan tíma, er sera krevjandi, og tí er umráðandi, at Olaf fær stundir at hvíla, áðrenn hann fer á pallin.

Tað er ikki bara á pallinum, at Olaf og Marita eru saman, tey eru eisini par.

Olaf Johannessen hevur fingið nógvar heiðurslønir. í 2010 fekk hann Lauritsen-prísin. Teaterpokalen fekk hann í 2014. Í 2015, 2016 og 2020 fekk hann Årets Reumert, umframt at hann fekk ein heiðurs-Reumert í 2018. Hann hevur eisini fingið eina Robert-virðisløn fyri sín hjáleiklut í "Brotsgerðin."

Bert ein tími, til leikurin byrjar.

Leikstjórin og sjónleikarin

Olaf "backstage," har hann sminkar sær.

At lata seg í kragan, er tað seinasta, Olaf ger, áðrenn hann fer á pallin.

Fyrstu áskoðararnir eru komnir í stóra salin í Norðurlandahúsinum.

Hetta kvøldið var nærum útselt í Norðurlandahúsinum

Ein troyttur, men fegin Olaf.

Olaf fær ein muss fyri eitt megnaravrik.

 

 

 

Er kopiera