Eitt ár síðani Soleimani var dripin

Eitt ár síðani Soleimani var dripin
Í dag er eitt ár síðani, at iranski herovastin Qassem Soleimani og leiðarin fyri hálvvapnaða liðið í Irak, Abu Mahdi Al-Muhandis doyði í bumbuálopi
Qaseem Soleimani doyði fyri einum ári síðani av einum bumbuálopi, sum USA stóð fyri
 
03.01.2021 - 16:19

Og í dag leita fólk í túsundatali á gøturnar í Baghdad at minnast dagin. Í Baghdad minnast tey deyðu mennirnar við at halda tað sum minnir um eina jarðarferð, og í gjárkvøldið fóru somuleiðis stórar fólkamongdir til gongu á vegnum móti flogvøllinum í Baghdad, har bumbuálopið var. Økið, har bumbuálopið varð framt, er gjørt til eitt minningarøkið, avmarkað við reyðum bandi, við myndum av Soleimani og al-Muhandis í miðjuni, og fólk tendrað ljós fyri teimum báðum. 

Soleimani stóð á odda fyri iransku herdeildini, sum hevði ábyrgd av uttalanda átøkum hjá landinum, og hann var tískil ofta bæði í Irak, Lebanon og Sýria. 
Morðið av Soleimani økti um spenningarnar millum USA og Iran.

Charles Stratford, journalistur hjá Al Jazeera í Bagdad sigur við miðilin, at nógv fólk leita á gøturnar í dag í øllum landinum. 
- Mótmælisfólkini krevja, at stjórnin í Irak leggur trýst á amerikanarar um at taka seinastu soldatarnar úr økinum, sigur hann. Samstundis eru fólk á gøtuni bangin um, at tryggleikin versnar í økinum, sigur Charles Stratford við Al Jazeera.

Útlendskir miðlar skriva, at støðan millum Washington og Tehran er versnað seinastu tíðina, nú eitt ára merkisdagurin fyri morðinum á herovastan hevur nærkast. Í einum brævi til trygdarráðið hjá ST hósdagin fannst Iran at USA fyri teirra sokallaðu "hernaðarligu ævintýr" í økinum og ákærdi USA fyri at bera falska kunning, ósakligar atfinningar og hóttandi orð móti Tehran. 

Dagin fyri, mikudagin, fleyg eitt amerikanska bumbuflogfar yvir iranskt øki í einari roynd at ræða iransku stjórnina, og líknandi hendingar eru farnar fram fleiri ferðir seinastu vikurnar, skrivar Al Jazeer. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083