Seks fólk deyð í skriðulopi

Seks fólk deyð í skriðulopi
Seks fólk eru nú funnin deyð í skriðulopinum í Gjerdrum norðanfyri Oslo
 
03.01.2021 - 13:36

Seks fólk eru nú funnin deyð í skriðulopinum í Gjerdrum norðanfyri Oslo. Hini fýra, sum ikki hava latið frætta frá sær eftir skriðulopið mikudagin, eru ikki funnin enn. Tað skrivar NRK í dag.

Tað var tíðliga í morgun, at ein fimti persónur varð funnin deyður og fyri lítlari løtu síðani, var ein sætti persónur funnin deyður. Løgreglan vil enn ikki siga nakað um kyn ella aldur.

Átaksleiðarin á staðnum sigur í viðmerking til NRK, at bjargingarfólk halda fram við at leita allan sunnudagin og eisini út á náttina, um tað gerst neyðugt.

Kongshúskið vitjaði í dag

Talan er enn um eina bjargingarroynd, og er tað sostatt hugsandi, at bjargingarfólkini fara at finna tey saknaðu á lívi.

Harald Kongur, Sonja Drotning og Haakon Krúnprinsur av Noregi, vijaðu í dag Gjerdrum. Tey vístu samkenslu við teimum, ið hava mist hús og heim, og við avvarðandi hjá teimum saknaðu.

Skriðan í Gjerdrum er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum.

Skriðan ger enn um seg og vandi er tí fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, og hetta ger eisini bjargingararbeiðið sera vandamikið, skrivar VG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083