Leita eftir lodnu

Leita eftir lodnu
Íslendingar leita enn eftir londnu. Nú leita fimm skip, tvey havrannsóknarskip og trý uppsjóvarskip
 
06.01.2021 - 07:49

Leitað verður vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri Ísland. Lodnan hevur stóran týdning fyri íslendsku vinnuna.

Í 2018 útflutti Ísland lodnu fyri slaka milliard krónur í okkara pengum. Men í 2019 og 2020 varð eingin lodna fiskað, tí eingin lodna var.

5,7 milliónir afturat av til leiting

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, mælir til, at 400.000 tons av lodnu kunnu fiskast við Ísland, Føroyar, Grønland og Jan Mayen í vertíðini 2021-2022.

Lodnan hevur so stóran týdning fyri Ísland, at í fíggjarlógini fyri 2021 fær Havrannsóknarstovan góðar 5,7 milliónir krónur í okkara pengum afturat at brúka til at leita eftir lodnu. 

Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290