Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Allir bilarnir gjørdust vrak, men støðan hjá teimum trimum fólkunum er ikki hættislig, sigur løgreglan
Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men støðan hjá teimum er ikki hættislig, sigur løgreglan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2021 - 12:53

Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar og viðgerðar, eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu í morgun.

Fjórða fólkið, sum var við í ferðsluóhappinum, fór sjálvt á landssjúkrahúsið at lata seg kanna. 

Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 8:24, og fleiri politibilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vórðu sendir á staðið. Tríggir bilar vóru í óhappinum.

Allir bilarnir fóru sera illa og gjørdust vrak. Ein av bilunum fór mestsum í tvey, sigur vakthavandi hjá løgregluni. Neyðugt var at skera allar bilarnar fyri at fáa fólkini leys.

Helst ein yvirháling

Løgreglan er ikki liðug við avhoyringarnar enn, men sigur, at tað helst var ein yvirháling, ið var orsøk til óhappið. 

Beint eftir óhappið vóru langar bilrøðir á báðum síðum. Vegurin varð stongdur, og ferðslan varð eina løtu leidd gjøgnum bygdarvegin í Syðrugøtu.

Politibilar fylgdu sjúkrabilunum á Landssjúkrahúsið. Støðan hjá teimum trimum, sum vórðu flutt á landssjúkrahúsið, er sambært politinum, er ikki hættislig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576