Kim eisini aðalskrivari

Kim eisini aðalskrivari
Tilnevningin er ein roynd at styrkja myndugleikan hjá Kim Kong-un, nú stórar búskaparligar avbjóðingar eru í Norðurkorea
Kim Jong-un er bú bæði formaður og aðalskrivari í kommunistaflokkinum í Norðurkorea
 
11.01.2021 - 09:09

Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, er nú aðalskrivari í kommunistaflokkinum, sum hann frammanundan er formaður fyri.

Tað skriva norðurkoreiskir miðlar.

Hann var tilnevndur á floksfundinum, sum er um dagarnar.

Heitið sum aðalskrivari hava pápi og abbi hansara eisini havt.

Sagt verður, at tilnevningin er ein roynd at styrkja myndugleikan hjá Kim Jong-un, nú landið hevur fingið stórar búskaparligar avbjóðingar.

Í fráboðan stendur, at tað hevur eydnast Kim Jong-un á framúrskarandi hátt í søguligu verkætlanini at fullføra kjarnorkuuppbyggingina í landinum, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindastovan, KCNA.

Á floksfundinum í 2016 varð Kim Jong-un tilnevndur floksformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713