Næstan tveir triðingar boraðir

Næstan tveir triðingar boraðir
Gongst sum ætlað verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um eitt ár ella so
Nú eru tilsamans 6.722 av teimum umleið 10.600 metrunum í Sandoyartunlinum boraðir
 
12.01.2021 - 07:15

Farið er nú aftur at bora í Sandoyartunlinum eftir jólafrítíðina. Í síðstu viku vóru 51 metrar boraðir.  Nú eru tilsamans 6.722 metrar boraðir.

Í Traðardali eru boraðir tilsamans 3.573 metrar og á Gomlurætt 3.149. Tunnilin verður góðar 10.6 kilometrar langur, og verður sostatt longsti tunnil í Føroyum.

Eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023, og mett verður, at 300 - 400 bilar fara dagliga at koyra ígjøgnum tunnilin.

Gongst sum ætlað verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um eitt ár ella so. Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065