Laksaútflutningurin minkaði 600 mió. kr. í fjør

Laksaútflutningurin minkaði 600 mió. kr. í fjør
Fiskaútflutningurin minkaði í virði, men nøgdin vaks. Innflutningurin er óbroyttur
Fiskaútflutningurin minkaði nógv í virði í fjør, men innflutningurin er á leið tann sama sum árið fyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2021 - 11:39

Fiskaútflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í ár minkaði 11 prosent í virði, men nøgdin vaks fýra prosent, vísa tøl frá Hagstovuni.

Hóast útflutningsvirðið minkaði í fjør, so er tað sjey prosent størri enn í 2018.

Hinvegin setti nøgdin av útfluttum fiskavørum met fyrstu 11 mánaðirnar í fjør. Hon var fýra prosent størri enn somu tíð í 2019, men 14 prosent størri í 2018.

Innflutningurin óbroyttur

Frá 1. januar til 1. november í fjør minkaði laksútflutningurin 16 prosent, bæði í virði og nøgd. Nøgdin minkaði 10.000 tons, og virðið á útflutta laksinum minkaði 600 milliónir krónur.

Innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í fjør var á leið tann sami sum árið fyri. Oljuinnflutningurin minkaði 300 millíónir, tí prísurin lækkaði, men meira varð innflutt av olju.

Innflutningurin av vørum til húsarnýtslu vaks 11 prosent í fjør. Meira er innflutt av innbúgvi og hvítvørum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609