Marita: Vit eru ikki til fyri at pynta um sjónarringin hjá monnum

Marita: Vit eru ikki til fyri at pynta um sjónarringin hjá monnum
Ein viðmerking um hestahala fekk Maritu Debess Magnussen at seta orð á ein trupulleika, sum hon heldur er ov vanligur í Føroyum
 
15.10.2026 - 09:36

Marita Debess Magnussen var farin út saman við nøkrum vinfólkum um vikuskiftið, tá ein ungur maður gjørdi viðmerkingar um hár hennara. Hann helt, at hon hevði sæð betur út við hárinum leysum enn í hestahala.

Hendingin fekk hana at seta orð á eina uppliving, sum hon sigur er afturvendandi. Í einum uppslagi á Facebook spurdi hon, hvat fær fólk at halda, at tey hava rætt til óbiðin at gera viðmerkingar um útsjóndina hjá øðrum.

– Hetta snýr seg ikki um ein hestahala. Tað snýr seg um rættin, sum summir menn framvegis halda seg hava til óbidnir at meta um og viðmerkja útsjóndina hjá kvinnum, sigur Marita Debess Magnussen.

Hon heldur ikki, at sjálv hendingin var serliga álvarsom, men at hon kortini er eitt dømi um ein størri trupulleika í samfelagnum.

Munur á kompimenti og óbodnari viðmerking

Sambært Maritu er stórur munur á at geva einum øðrum menniskja eitt kompliment og at gera eina óbodna viðmerking um útsjóndina. Hon heldur, at fólk eiga at hugsa seg um, áðrenn tey siga sína hugsan um kropp, hár ella klæðir hjá øðrum.

– Vilt tú geva eitt kompliment, er tað ofta jaligt. Men ein óboðin viðmerking er ofta negativ, sigur hon.

Hon leggur dent á, at tað sjálvandi skal vera pláss fyri spontanum skemti og komplimentum, og at fólk ikki skulu vera bangin fyri at siga nakað skeivt. Men tað eigur eisini at vera ein hugburður um at vísa øðrum virðing.

– Ein kann spyrja seg sjálvan, um hin persónurin fær nakað burturúr tí, sum tú sigur, ella um tað bara er ein tørvur, sum tú sjálv ella sjálvur hevur

Kvinnur skulu tora at siga frá

Marita heldur, at kvinnur ofta eru meira vanar enn menn við, at onnur hava eina meining um, hvussu tær síggja út. Hon vísir millum annað á, at útsjóndin hjá kvinnuligum sjónvarpsvertum ofta verður umrødd meira enn útsjóndin hjá monnum í líknandi størvum.

Hon heldur eisini, at trupulleikin kann vera meira sjónligur í Føroyum enn í øðrum londum, har hon hevur búð. Ein orsøk kann vera, at fólk kenna ella halda seg kenna hvønn annan og tí kenna seg hava størri frælsi at gera viðmerkingar.

Sambært henni hava kvinnur eina ábyrgd av at læra seg at siga frá, tá viðmerkingar fara um teirra mørk, heldur enn altíð at smíla og lata sum einki.

– Vit skulu ikki bara standa og smíla og taka ímóti øllum viðmerkingum, sum onnur hava um okkara kropp, hár, klæðir og aldur. Vit skulu læra okkum at siga frá, sigur hon.

Ábyrgd hjá báðum kynum

Hóast Marita serliga tosar um viðmerkingar, sum kvinnur fáa, leggur hon dent á, at ábyrgdin er hjá báðum kynum. Eisini menn uppliva, at onnur gera óbodnar viðmerkingar um teirra útsjónd, og tað sæst eisini aftur í viðmerkingunum til Facebook-uppslagið.

Hon heldur tí, at tað er týdningarmikið at tosa um evnið og seta mørk, bæði fyri okkara egnu skyld og fyri komandi ættarlið.

Boðskapurin hjá Maritu er ikki, at fólk skulu gevast við at rósa hvørjum øðrum ella skemta saman. Heldur skulu vit hugsa okkum um, áðrenn vit gera viðmerkingar um onnur.

– Vit eru ikki til fyri at pynta um sjónarringin hjá monnum. Um eingin hevur spurt teg, hvat tú heldur um útsjóndina hjá einari kvinnu, so noyðist tú ikki at siga nakað, sigur Marita Debess Magnussen.

a_2713-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655