TB sett kvinnu sum høvuðsungdómsvenjara

TB sett kvinnu sum høvuðsungdómsvenjara
Tvøroyrar Bóltfelag hevur sett bretan, Helen Nkwocha, í starv sum høvuðsungdómsvenjara. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari
Bretin, Helen Nkwocha, er sett sum høvuðsungdómsvenjari í TB
 
19.01.2021 - 14:01

TB hevur sett Helen Nkwocha í starv sum høvuðsungdómsvenjara í felagnum. Hon fær høvuðsábyrgdina av at menna ungdómsfótbóltin á Tvøroyri.

Hon spældi við m.a. Millwall, Wimbledon, Crystal Palace og Fulham, áðrenn hon gavst vegna skaða.

Helen Nkwocha hevur A-venjaraprógv frá UEFA, og hevur verið knýtt at feløgum sum Tottenham, New York Red Bulls, Manchester United og Arsenal.

– Vit í felagnum eru sera spent uppá, at hon kemur í gongd við arbeiðið, og at vit saman kunnu halda fram við at menna felag og leikarar, skrivar TB.

Helen Nkwocha kemur til Føroyar um mánaðarskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328