Eyðgunn onnur næstforkvinna í tinginum

Eyðgunn onnur næstforkvinna í tinginum
Eyðgunn Samuelsen hevur tikið sæti á tingi fyri Heðin Mortensen
Eyðgunn Samuelsen er komin í tingið, og er onnur næstforkvinna í formansskapinum
 
20.01.2021 - 10:11

Heðin Mortensen er farin í farloyvi úr løgtinginum, nú hann er vorðin borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Eyðgunn Samuelsen hevur tikið sæti á tingi fyri hann.

Heðin Mortensen var eisini annar næstformaður í løgtinginum.

Eftir uppskoti frá Javnaðarflokkinum hevur tingið valt Eyðgunn Samuelsen í henda sessin.

Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður, og Johan Dahl er fyrsti næstformaður. Bjørt Samuelsen er eisini í formansskapinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329