Bretska koronufrábrigdið staðfest í Føroyum

bannari
Bretska koronufrábrigdið staðfest í Føroyum
Tíðarskeiðið í sóttarhaldi er víðkað til 14 dagar hjá smittaða fólkinum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest ein tilburð av bretska koronafrábrigdinum B.1.1.7. í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2021 - 15:56

Bretska koronufrábrigdið er nú staðfest í Føroyum. Tað upplýsir heimasíðan corona.fo. Ein fólk úr Afrika vísti seg av vera smittað við kanningini á sætta degi.

Frá komu til Føroya hevði viðkomandi verið í sóttarhaldi, og hevði einans havt samband við ein annan persón.

Ongar ábendingar um, at onnur eru smittað

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greinað kanningarúrslitið hjá viðkomandi nærri, og greiningin vísir, at talan er um bretska frábrigdið, eisini kallað B.1.1.7.

Bæði smittaði fólkið og eitt fólk, viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum, skrivar corona.fo

Nú bretska frábrigdið er staðfest, hava heilsumyndugleikarnir valt at binda um heilan fingur, og tí er tíðarskeiðið í sóttarhaldi víðkað til 14 dagar. Viðkomandi skal eisini vísa eina negativa roynd, áðrenn fólkið verður staðfest frískt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655