Biden og Putin hava tosað í telefon

Biden og Putin hava tosað í telefon
Amerikanski forsetin sigur seg stúra fyri, hvat hendir russiska andstøðupolitikaranum, Navalnyj
Joe Biden, forseti, og russiski starvsbróðurin, Vladimir Putin, hava havt fyrstu telefonsamrøðuna, síðani Biden tók við sum forseti
 
27.01.2021 - 09:31

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Joe Biden, hava tosað saman fyri fyrstu ferð, síðani Biden gjørdist forseti. 

Tað váttar talsfólkið hjá Biden.

Sambært AP-tíðindastovuni, skal amerikanski forsetin hava greitt russiska forsetanum frá síni stúran um eiturálopið á andstøðupolitikaran, Alexej Navalnyj, sum varð handtikin, tá hann kom aftur til Russlands fyrr í hesum mánaðinum.

Amerikanski forsetin skal eisini hava sagt Putin, at hann stuðlar Ukraina móti tí, sum hann nevnir "russiskan ágang".

Leingja eftirlitsavtaluna

Illgrunin um, at russar løgdu seg út í amerikanska valið og telduálop á amerikanskar myndugleikar, vórðu eisini umrødd í telefonsamrøðuni, siga Hvítu Húsini.

Biden segði eisini við russiska leiðaran, at báðar tjóðirnar eiga at leingja fimm ára vápnaeftirlitsavtaluna, sum fer úr gildi í februar.

Stigið til telefonsamrøðuna tók Moskva, og Biden tók av, men hann vildi fyrst fyrireika seg við at tosa við sameindar ríkisleiðarar í Evropa,  millum annað ríkisleiðararnar í Bretlandi, Frakland og Týsklandi, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532