Danmark leingir tiltøk til 28. februar

bannari
Danmark leingir tiltøk til 28. februar
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur tíðindafund um koronustøðuna klokkan 17
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunnar um koronustøðuna í dag, og hon fer at boða frá, at tiltøkini verða longd
 
28.01.2021 - 15:44

Stjórnin hevur gjørt av, at leingja avmarkingarnar til 28. februar, sigur framsøgufólkið hjá Vinstra í heilsumálum, Martin Geersten. Hann hevur verið á fundi við heilsumálaráðharran, Magnus Heunicke, og løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, skrivar DR.

Klokkan 17 fer Mette Fredriksen, forsætisráðharri, at hava tíðindafund, har hon fer at kunna nærri um støðuna.

Avmarkingarnar eru millum annað, at handlar og hárfríðkanarstovur og onnur skulu hava stongt, matstovur og kafé'ir kunnu bara selja út úr húsinum, og ikki er loyvt fleiri enn fimm fólkum at savnast.

Lesandi, næmingar á miðnámsskúlum og elstu næmingarnir í fólkaskúlunum skulu framvegis vera við hús.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537