Sjúkrahúsini í Danmark undir trýsti

bannari
Sjúkrahúsini í Danmark undir trýsti
Sjúkrahúsini í landinum hava verið undir trýsti í meira enn tveir mánaðir. Tað var øðrvísi í fjør vár, tá tað gekk skjótari at steðga gongdini
 
29.01.2021 - 07:45

Hetta er ein av orsøkunum til, at Danmark leingir koronuavmarkingarnar til síðst í februar. Tað er nógv meira trýst á heilsuverkið nú í mun til í fjør, tá smittan rakti landið, skrivar DR.

Sjúkrahúsini hava eisini havt opið og millum annað skurðviðgjørt knø. Tað var ikki gjørt í fjør. Tað krevur tað nógv av fólkunum, ið starvast í heilsuverkinum, sigur Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum.

Starvsfólkini sperd

– Starvsfólkini hava arbeitt sera hart, og tað er spurningur, hvussu leingi, tey klára tað. Vit mugu ikki enda í teirri støðu, at vit ikki hava tamarhald á smittuni, sigur Søren Brostrøm.

Ein onnur orsøk til, at Danmark leingir um avmarkingarnar, er bretska frábrigdið av virusinum, ið smittar sera illa. Á tíðindafundinum í gjár vísti stjórin í Serumstovninum, Henrik Ullum, á álvarsligu støðuna í Onglandi, Írlandi og Portugal.

– Vit vilja ikki enda í líknandi støðu, sum tey londini eru endað í. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit mugu halda fast við avmarkingarnar, segði Henrik Ullum á tíðindafundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083